Serliga dálkandi burturkast – eisini kallað vandamikið burturkast - er burturkast, sum kann elva til dálking ella heilsuvanda, um tað ikki verður handfarið og burturbeint á rættan hátt. Slíkt burturkast kann eisini seta arbeiðstrygdina hjá innsavnarum og øðrum starvsfólki, sum arbeiða við burturkasti, í vanda. Tað er týdningarmikið, at vit øll hugsa okkum um, og skilja tað serliga dálkandi burturkastið frá øðrum burturkasti.
|
|
Tá tú skilur serliga dálkandi burturkast, er tað av stórum týdningi, at burturkastið:
Øll húsarhald í Føroyum fáa serligar posar, sum skulu brúkast til serliga dálkandi burturkastið. Posin er antin reyður við hvítum teksti á aðrari síðuni og klárur á hinari (IRF økið), ella klárur við bláum teksti (Tórshavnar kommuna). Sí mynd niðanfyri.
Býrt tú í IRF limakommunu, verður reyði posin til serliga dálkandi burturkast heitaður eftir tørvi. Tað merkir, at tann reyði posin skal setast saman við gráa posanum, tá tú ynskir, at hann skal heintast. Húskið fær tá ein nýggjan reyðan posa frá innsavnarunum í staðin.
Á ávísum bingjuplássum hjá IRF ber eisini til at sleppa av við reyða posan. Harumframt kann IRF heinta serliga dálkandi burturkast eftir avtalu.
Les meira her um skipanina við serliga dálkandi burturkasti, sum er galdandi í limakommunum hjá IRF. Um tú ivast í, hvussu tú skal skilja títt burturkast, so kanst tú ringja til IRF, tlf. 41 42 43.
Býrt tú í Tórshavnar kommunu hevur klári posin til serliga dálkandi burturkast bláu áskriftina “Vandamikið burturkast”. Posin verður útflýggjaður tvær ferð um árið, í apríl og í oktober, saman við rulluni til vanligt húsarhaldsburturkast. Posin verður heintaður eftir tørvi, sum merkir, at tú kann seta hann við stativið til vanligt rusk, tá tú vil sleppa av við hann. Tú kanst eisini sjálv/ur lata posan inn á Endurnýtsluni á Hjalla, í Kollafirði og í Nólsoy.
Les her faldaran "Vit skilja!" um, hvussu burturkast skal skiljast í Tórshavnar kommunu. Um tú ivast hvussu tú skal skilja títt burturkast, kanst tú ringja til Endurnýtsluna á Hjalla, tlf. 30 20 40.
Um serliga dálkandi burturkast av misgáum verður burturbeint sum húsarhaldsburturkast og tískil fer í ovnin, er vandi fyri, at dálkandi og heilsuskaðilig kemisk evni koma út í umhvørvið. Dálkandi og vandamikil kemisk evni verða ofta als ikki, ella sera seint niðurbrotin. Metal, sum t.d. kyksilvur og blýggj hvørva ongantíð. Dálkandi kemisk evni kunnu eisini vera eitrandi, og tey kunnu hópast upp í plantum og djórum. Les meira her um kanningar av dálkandi evnum í føroyska umhvørvinum.
Dálkandi burturkast, sum verður savnað inn í Føroyum, verður sent til góðkendar móttakarar uttanlands, oftast til Kommunekemi í Nyborg, sum viðgerð burturkastið á skynsaman hátt. Í Nyborg verður ein stórur partur av serliga dálkandi burturkastinum brendur í serligum ovnum, egnaðir til slíka brenning. Nakað av serliga dálkandi burturkastinum verður tyrvt og nakað verður endurnýtt.
Keldur: www.irf.fo og www.torshavn.fo
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|